Talan er um eitt fast starv frá 1. mai 2026 ella sambært avtalu.
Søkt verður eftir einum ergoterapeuti, fysioterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi ella tilsvarandi fulla tíð, ella sambært avtalu. Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur eftirútbúgving, sum visitator ella hevur royndir frá arbeiði, sum visitator.
Visitatiónin innan eldraøkið arbeiðir við visitatión og játtan av teimum tænastum, sum Bú og Heimatænastan veitir eldri borgarum, sum búgva heima, t.d. visitatión til røktarheims- og umlættingarpláss, heimarøkt, rehabilitering, venjingartilboð og dagtilhald.
Leggur tú dent á høga fakligheit, virðiligt samskifti og góða tænastu?
Er tað sjálvsagt fyri teg at borgarin, avvarðandi og samstarvsfelagir verða tikin við í avgerðir?
So er tað tær vit leita eftir.
Endamálið við starvinum, sum visitator er, at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Bú- og Heimatænastuna um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan.
Arbeiðið inniber samstarv við borgarar, avvarðandi og innanhýsis deildir í Bú- og Heimatænastuni, so sum, búeindir, heimatænastu, dagtilhald, rehabilitering, umlætting, venjing og viðkomandi starvsfólk og leiðslu.
Visitator er fastur limur í upptøkunevndini, har uppgávan er at orða og leggja fram frágreiðing og tilmæli um búpláss.
Starvið er skipað í umsitingini í Bú- og Heimatænastuni, við tilvísing til stjóran.
Vit vænta av tær:
– at tú hevur prógv og góðkenning, sum ergo ella fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella tilsvarandi.
– at tú megnar at síggja støðuna út frá einum borgarasjónarhornið og við mynduleika og fakligheit, at meta um tørv – harnæst at samskipa og taka avgerðir
– at tær dámar at arbeiða skipað, miðvíst og sjálvstøðugt.
– at tú hevur evnini at reflektera yvir praksis og gert títt til fakliga menning
– at tú ert jalig/jaligur, rúmlig/rúmligur og fleksibul
– at tú hevur koyrikort.
Vit leggja dent á tíni evni at samskifta munnligt og skriftligt – eisini evnini at handfara torførar samrøður við virðing, áhuga og empati.
Persónligir førleikar:
Loyal/loyalur, ábyrgdafull/ábyrgdarfullur, rólig/róligur, góð samstarvsevni, góð samskiftisevni og evni at samskipa og einfalda í málsviðgerðini.
Vit bjóða tær:
– Eitt sjálvstøðugt starv og gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
– fakliga sparring og gott samanhald
– møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum og tilboðum hjá Bú- og Heimatænastuni.
– Góða innleiðslu og upplæring.
– Arbeiðsbil.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið/ KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella avvarandi fakfelag.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Hera Norðberg stjóra, herin@bhs.fo tlf. 793501.
Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast við teldposti til: bhs@bhs.fo. Viðmerk umsóknina “Visitator til Bú- og Heimatænastuna”.
Umsóknarfreistin er 13. apríl 2026.



Facebook viðmerkingar