Í ár snýr VIKA 17 seg serliga um burðardygga matmentan.
Tjóðhild Patursson kemur at tosa um at súrga mjólkarúrdráttir.
Tað verður eitt stutt upplegg um mjólkarmentan og um tær siðvenjur, vit hava við at súrga mjólk.
Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk, og tey sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim, so at tey sleppa í gongd. Havi gjarna eina lítla krukku við.
Tiltakið verður í auluni í Vágs Skúla kl 20.00, og øll eru vælkomin


Facebook viðmerkingar