Dansibandsfestivalurin byrjar ónskvøldið

BySuðuroyarportalurin

28. apríl 2026

Sum vant, verður Dansibandsfestivalurin skotin í gongd á Hamragarði – soleiðis verður eisini í ár og tað er í annaðkvøld, ónskvøldið 29. apríl kl. 19.00.

Dagfinn og Hjalmar spæla til felagssang, og ein gestasangari kemur eisini á gátt.

Vágs kommuna bjóðar okkurt leskiligt.

Tiltakið er ætlað teimum, sum er 65+ ár. Øll eru vælkomin til eitt hugnaligt kvøld á Hamragarði.

Facebook viðmerkingar