Framsýning hjá Vágs Kvøldskúla

BySuðuroyarportalurin

28. apríl 2026

Nú kvøldskúlaárið er liðugt bjóðar Vágs Kvøldskúli til eina hugnaliga løtu í Miðlatúni týsdagin 28. Apríl kl. 19 til 21.

Á skránni verður:

  • Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið
  • Framsýningar frá kreativu lærugreinunum

Hetta er eitt gott høvi hjá borgarum og luttakarum at hittast og heilsa upp á lærararnar.

Kvøldskúlin bjóðar kaffi og kaku.

Framsýningarnar verða at síggja restina av vikuni í upplatingartíðini hjá Miðlatúni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar