Í døgunum 29. apríl til 2. mai 2026 er Dansibandsfestivalur í Vági.
Vikuskiftispass fáa til keyps her: https://billett.fo/
Skráin er hendan:
ÓNSDAGIN 29. apríl
Kl. 19.00 Dansibandsfestivalurin byrjar við “Syngið við kvøldi” á Hamragarði við luttøku av Hentzar, Terji og Erolf.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65 ár og eldri.
FRÍGGJADAGIN 1. mai
Kl. 10.00 – 12.00 Morgunmatur í Vágs Høll (fyri festivalgestum). Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 12.30 – 14.30 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 15.00 Linedansur í Vágs Høll við Birgir og Hervør Samuelsen. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 19.00 Suppa og Syngið við kvøld í Vágs Høll. Kári Poulsen er borðstjóri. Hentzar, Terji og Erolf spæla undir til felagssangin. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen (NO) spæla til góðan dans í Vágs Høll. Í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum. Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 02.00 Dansurin endar.
LEYGARDAGIN 2. mai 2025
Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Símun Persson Jacobsen, prædikar. Ásgerð Stenberg Olsen og Fríði Sigmundsson framføra undir gudstænastuni.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Kári Poulsen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Til dansin spæla Contiki (NO) og PK og Dansefolket (NO). Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 03.00 Dansurin endar.


Facebook viðmerkingar