Tvøroyrar kommuna fer nú at hava Ítróttarhøllina í Trongisvági meira opna, soleiðis at børn, ung og familjur fáa betri møguleika at nýta høllina til ítrótt, rørslu og frítt spæl.
Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at gera høllina meira atkomiliga uttan fyri skipaða virksemið. Endamálið er at geva børnum, ungum og vaksnum betri møguleika at nýta høllina, tá eingin venjing, kapping ella annað skipað virksemi er á skránni.
Arbeitt hevur verið við at kanna, um høllin kundi vera opin longur út á kvøldið og um vikuskiftið. Í 2025 vóru eisini royndir gjørdar við at hava høllina opna fyri barnafamiljum í høgtíðum og í ferium hjá barnagarðinum, soleiðis at fleiri kundu fáa gleði av henni til ítrótt og spæl.
Mentanarnevndin hevur nú einmælt samtykt, at høllin verður opin hvørt vikuskiftið, og at høllin frá apríl 2026 verður opin fyri almenninginum leygardag og sunnudag frá kl. 10.00.
Við hesi skipan verður Ítróttarhøllin í Trongisvági vanliga opin hvønn gerandisdag frá kl. 14.00 til kl. 22.00 og um vikuskiftið frá kl. 10.00 til kl. 22.00.
Tvøroyrar kommuna ynskir við hesum at skapa betri karmar fyri rørslu, trivnaði og felagsskapi, soleiðis at høllin kann vera ein livandi partur av frítíðarlívinum í kommununi.
Fyrivarni kann tó verða tikið fyri broytingum í upplatingartíðunum, tá serlig tiltøk eru á skrá, eitt nú ítróttarkappingar, ella tá høllin er útleigað til serlig tiltøk.


Facebook viðmerkingar