Eitt stórt fet er nú tikið móti einum nýggjum Ítróttarháskúla í Suðuroy. MAP Arkitektar vann arkitektakappingina um at tekna framtíðar skúlan, sum skal gerast ein týðandi miðdepil fyri ítrótt og útbúgving í Føroyum. Hetta var kunngjørt á hátíðarløtu í Vági fríggjadagin seinnapartin.
Hetta er enn ein stór viðurkenning til teknistovuna, sum áður hevur vunnið 1. virðisløn í kappingunum um millum annað bæði Tjóðpallin og Stórutjørn.
– Vit eru ovurfegin um at vinna hesa kappingina, sigur Heidi Poulsen arkitektur.
– Fólkini handan verkætlanina eru eldsálir, sum brenna fyri at skapa eina serstaka og mennandi skúlauppliving fyri okkara ungu. Tað gleða vit okkum veruliga til at vera ein partur av.
1. virðisløn er úrslit av drúgvum arbeiði, har nógv orka er løgd í uppskotið sigur Rúni Abrahamsen arkitektur.
– Vit geva okkara hjartablóð í hesum arbeiði, og tí er tað gleðiligt, at hendan verkætlanin tykist at gerast veruleiki og ikki endar við at fáa somu lagnu sum Tjóðpallurin.
Á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy er viljin stórur, og arbeiðið fer væntandi í gongd beinanvegin. Málið er greitt: at gera vinnandi uppskotið hjá MAP til veruleika innan fá ár.
Kappingin var ein innboðin arkitektakapping, millum nakrar av fremstu teknistovunum. Luttakarnir vóru umframt MAP Arkitetkar, Henning Larsen, NA og Brim Arkitektar



Facebook viðmerkingar