Eitt av tilmælunum frá kommununum í Suðuroynni var, at tað hevur sera stóran týdning, at tey útbúgvingartilboðini, sum eru á Skúladeplinum í Suðuroy, halda áfram. Og nú er eisini greitt, at FHS útbúgving á Skúladeplinum heldur áfram.
Hevur tú áhugað í FHS-útbúgvingin, so er at venda tær til Skúladepilin í Suðuroy, har eru enn pláss fyri næmingum á FHS-útbúgvingini.
Tilmælið: Halda fast í teimum útbúgvingartilboðum sum eru
Við Skúladepilin í Suðuroy, sum varð tikin í nýtslu á vári 2009, eru tað í dag miðnámsútbúgvingar og útbúgvingar á Heilsuskúla Føroya.
Á miðnámsskúlanum eru skipaðar hugbreyt, náttúrubreyt og búskaparbreyt, umframt at tað ber til at taka FHS yrkisnám við miðnámsskúlan. Búskaparbreytin og FHS yrkisnám eru seinastu árini løgd aftur at útbúgvingartilboðnum á miðnámsskúlanum. Við Heilsuskúla Føroya eru útbúgvingarnar Heilsuhjálpari og Heilsurøktari.
Kommunurnar í Suðuroynni eru á einum máli um, at tað hevur sera stóran týdning, at útbúgvingartilboðini á Skúladeplinum í Suðuroy eru so fjøltáttaði sum tilber.
Facebook viðmerkingar