Jólamarknaður á Tvøroyri

BySuðuroyarportalurin

30. oktober 2025

Jólamarknaður á Tvøroyri 30. nov. kl. 14 til kl.19.

Tíðin er enn einaferð komin til sera væl umtókta Jólamarknaðin á Tvøroyri. Øll árini marknaðurin hevur verið, hevur undirtøkan millum luttakandi og gestir verið sera góð. Eins og undanfarin ár, so er tað frálíka Seglloftið, ið Tvøroyrar kommuna eigur, ið er karmur um hugnaliga tiltakið.

HVUSSU KANN EG TAKA LUT Í TILTAKINUM?

Øll eru hjartaliga vælkomin at umbiðja sær eitt borð. Tað gert tú við at skriva til bn@tvoroyri.fo ella við at ringja á 611085. Upplýsast skal navn og hvat tú hevur hug til at selja á Jólamarknaðinum.

HVAT KOSTAR TAÐ?

Tað er ókeypis at vera við á jólamarknaðinum, ið Tvøroyrar kommuna skipar fyri.

ERU NØKUR KRØV?

Sum so eru eingi krøv til luttakararnir, tó er ynskiligt, at tað, ið selt verður, er heimagjørt og ikki eitt nú ”loppur” o.a.t. Heimabakað, súltutoy, smúkkur, bundið, seymað, góðgæti, jólapynt og so framvegis, er sera væl egnað til tiltakið.

Kommunan leggur hølir og borð til, men luttakararnir pynta sjálvir síni borð.

TILMELDINGARFREIST

Seinasta freist at melda seg til, er fríggjadagin 21. november kl. 12:00.

ATGONGD TIL SEGLLOFTIÐ

Luttakararnir sleppa inn á Seglloftið sunnumorgun 30. november, frá kl. 10:00.

Hjartaliga vælkomin at vera við.

Facebook viðmerkingar