Loksins er serstøk avtala um løn undir útbúgving undirskrivað

BySuðuroyarportalurin

30. oktober 2025

Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í
vár, soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir
eina av nevndu útbúgvingum, kunnu fáa løn undir útbúgving.

Lógin ásetur ikki, hvørja løn starvsfólk við útbúgvingarsáttmála skulu hava, við tað at partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina.

Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini –
Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Serstaka avtalan ásetur millum annað, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við
50 % av byrjanarlønini fyri ávikavist útlærdar heilsuhjálparar, heilsurøktarar ella
námsfrøðiligar hjálparar. Eisini eru ásetingar um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, eftirløn, frítíð
og barsil partur av avtaluni.

Avtalan er at finna á heimasíðuni hjá KAF www.kaf.fo

Facebook viðmerkingar