Avgreið brævatkvøðu til kirkjuráðsvalið

BySuðuroyarportalurin

31. oktober 2025

Leygardagin millum klokkan 13.00 og 14.00 ber til at avgreiða brævatkvøðu til kirkjuráðsvalið í Vági. Opið er á kommunuskrivstovuni áðurnevnda tíðspunkt.

Valevnini eru hesi:

  • Ulla Bærentsen
  • Annie Eysturoy
  • Eyðtór Joensen
  • Rúni Johannessen
  • Dania H. Johansen
  • Sunrid Hansyardóttir Olsen
  • Arngerð Nielsen
  • Charlotta Thomsen
  • Jannie Vestergaard

Kirkjuráðsval verður tann 4. novembur 2025 í Vágs kirkju. Valið fer fram í Vágs kirkju frá kl 10.00-20.00.

—-

Tey ið eru burturstødd á valdegnum, kunnu greiða brævatkvøðu hjá Vágs kommunu á Vágsvegi 30 ella í Miðlatún á Vágsvegi 57, í seinasta lagi mánadagin 3. novembur kl 15.00.

Facebook viðmerkingar