Allahalgannakonsert í Vágs kirkju

BySuðuroyarportalurin

31. oktober 2025

Komandi sunnudag, 2. novembur kl. 17, fer Kirkjukórið Ljómur at hava árligu allahagannakonsertina. Eftir gomlum siði er hetta eisini ein takkar- og offurgudstænasta, har fólk fáa høvi at lata nøkur oyrur til vælgerandi endamál, meðan sálmurin ”Nú hvítna tindar” verður sungin.

Edith Dahl, sála, heitti á sinni á Robert Joensen um at týða sálmin til føroyskt. Geniala týðingin hevur síðan 1. novembur 1942 verið sungin sum offursálmur í Vágs kirkju.

Skráin sunnudagin er fjølbroytt við føroyskum sálmum og sangum. Ein lokal blásarakvartett, ”Sunnanlotið”, verður við.

Agnar Lamhauge er kórleiðari hjá Ljómi.

Facebook viðmerkingar