Landsseyðasýning 2025

BySuðuroyarportalurin

31. oktober 2025

Landsseyðasýningin 2025 verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 13. til 15. november 2025. Endaliga úrslitið fyri LSS 2025 verður kunngjørt fríggjakvøldið 21. november 2025, kl. 19.00.  Tilmeldingin til LSS25 er í síðsta lagi mánadagin 10. november 2025 kl. 15.00.

Reglugerðin fyri Landsseyðasýningina kann lesast her. 

Reglugerðin fyri hvussu ein brundseyður skal síggja út.

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, ið er góðkend av Búnaðarstovuni. Váttan fyri luttøku kann takast niður av heimasíðu Búnaðarstovurnar. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 10. november 2025 kl. 15.00. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.

Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd. Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.

Facebook viðmerkingar