Vit eru ómetaliga fegin um at kunna kunngera, at okkara stríðsmaður, Dánjal Godtfred, verður partur av okkara felagi komandi árini, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.
Tað hevur verið stórur áhugi fyri Dánjali, og hann kundi lætt spælt víðari í bestu deildini næsta kappingarár. Men – hóast vit mugu tungu leiðina niður í 1. deild aftur í komandi ár, hevur Dánjal valt at verða verandi í barnsdómsfelagnum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara felag, sigur FC Suðuroy.
Við 216 dystum í bestu deildini og 98 dystum í 1. deild, er Dánjal uttan iva ein av okkara royndastu og mest álítandi leikarum. Ein veruligur liðleikari og fyrimynd, bæði á og uttanfyri vøllin.
Fyrireikingarnar til komandi ár eru í gongd og meir verður at frætta komandi tíðina, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.


Facebook viðmerkingar