Hvistan skipar sunnudagin 9. november fyri 2. umfari av MBM Vetrarkappingini í Vági.
Í ár verður kappingin runnin í Vági, har teinurin verður runnin frá Vágs skúla eftir ovaravegi út til Porkeri og inn aftur til skúlan í Vági sama veg, teinurin er uml. 8,2 km.
Børnini renna eisini frá Vágs Skúla saman við teimum vaksnu út í Neslíð og venda heim aftur til Vágs Skúla, teinurin er uml. 3,0 km.
Tey íðkandi kunnu skifta í hølunum í Vágs Skúla, og har eru sjálvandi eisini brúsur. Eftir tiltakið er ein kaffimuður og heiðursmerkjahandan á skránni.
Bringutølini kunnu heintast frá kl. 13.30 í Auluni í Vágs Skúla. Inngongd og parkering er á ovara síðu.
Til tey ið ferðast suður, so fer Smyril kl. 11.00 av Havnini og er á Tvøroyri kl. 13.00. Og siglur Smyril norður aftur av Tvøroyri kl. 17.30.
Kappingin byrjar kl. 14.00.
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2009)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1971-1980)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1961-1970)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1960 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2005-2009)
-Gentur / Dreingir (f. 2010-2014)
Tilmelding umvegis tilmeldingariðuna her.


Facebook viðmerkingar