Leiðsluskeið í Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

7. november 2025

Nú verður møguleiki at taka lut á dagsskeiði í leiðslu í Suðuroy! RR Consulting skipar fyri skeiðnum, sum verður 3. desember.

Um skeiðið
Skeiðið er eitt grundleggjandi skeið í leiðslu. Endamálið er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um leiðslu og um møguleikar og avbjóðingar hjá leiðarum. Á skeiðnum fara vit at hyggja at eyðkennum fyri góða leiðslu og øðrum viðkomandi evnum og knýta tey til praksis.

Innihald
• Hvat er leiðsla?
• Eyðkenni fyri góða leiðslu• Leiðaratrivnaður
• Relatiónsleiðsla
• At vera leiðari í lítlum samfelagi
• Hvussu menna vit treystar organisatiónir?

Tú fært
• Grundleggjandi vitan um leiðslu, grundað á praktiskar royndir
• Viðkomandi amboð og tilfar á føroyskum
• Skeiðsváttan

Praktiskar upplýsingar
Nær: Onsdagur 3. desember kl. 9.00-15.30.
Stað: Garðslon, Vágur.

Tilmelding og kostnaður
Tilmelding fer fram á tilmelding@rrc.fo (skriva navn og teldupost).Kostnaðurin er 2.100 kr. u/mvg (íroknað er morgunbiti, miðmáli og skeiðstilfar).

Tilmeldingarfreistin er 1. desember.

Skeiðshaldari
Rúni Rasmussen, stovnari av RR Consulting, hevur fjølbroyttar leiðsluroyndir. Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur MBA í broytingarleiðslu. Hann hevur síðuna leidsla.fo. Rúni leggur í undirvísingini dent á at knýta royndir og tað fakliga saman, og at luttakarar læra í felag og av hvørjum øðrum.

Um RR Consulting
RR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi.

Kontakt:
info@rrc.fo
Tel. 224021

Facebook viðmerkingar