Vágs Kommuna leitar eftir einum virkisfýsnum tekniskum málsviðgerða og verkætlanarleiðara til teknisku deild at byrja skjótast gjørligt. Á teknisku deild eru nógvar og ymiskar uppgávur, sum dagliga skulu loysast. Tekniska deild umsitur allan rakstur og nýgerð í Vágs Kommunu og hevur nógvar spennandi verkætlanir fyri framman.
Á deildini starvast trý fólk í fyristingini og úti í feltinum eru dugnalig starvsfólk í húsavarða-toyminum og vegatoyminum, og annars starvast fólk í minni eindum til havnaumsjón og vaktarskipan.
Talan er eitt farloyvisstarv í eitt ár, sum er eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber.
Høvuðsuppgávur
Sum tekniskur málsviðgeri og prosjektleiðari, kanst tú vænta at arbeiðið fevnir um:
- byggimálsviðgerð á teknisku deild
- avgreiðsla, viðgerð og skráseting
- fyrireiking av málum til politiska viðgerð
- samskifti við borgarar og myndugleikar
- smærri projekteringsuppgávur
- fyrireiking og planlegging av byggi uppgávum
- stýring av minni og størri verkætlanum
- fyrifallandi uppgávur á deildini
Førleikakrøv
Okur vænta, at:
- tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving,
- tú ert málrættað/ur at loysa uppgávur og avbjóðingar,
- hevur góðan málsligan førleika,
- ert skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Er tú undir útbúgving og hugsar at tekniska deild hjá Vágs kommunu ljóðar áhugaverd og verið við til at førleikament teg, so er tú eisini vælkomin at søkja.
Fyrimunir
Tað er ein fyrimunur, um tú:
- hevur verði partur av byggileiðslu
- hevur royndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting,
- hevur kunnleika til 360 skjalaskipanina, ArcGIS kortskipan og AutoCAD.
Týdningarmikið er, at tú, ert opin og fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar. Tú kemur at samskifta við borgara og lokalar fyritøkur, vinnulív og almennar myndugleikar.
Setanarviðurskiftir
Talan er um farloyvisstarv á fulla tíð við flex-tíð, ið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Tú kemur at vísa beinleiðis til tekniska leiðaran. Starvsstaðurin er Vágs Kommuna, við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30.
Vágs Kommuna og tekniska deild er í støðugari menning og tí kann roknast við miðvísum broytingar í starvinum. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn og upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Linn Mohr Augustinussen, tekniskur leiðari, á telefon 23 93 02 ella umvegis teldupost á linn@vagur.fo.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum, skal sendast til Vágs Kommunu umvegis hetta leinkið og vera okum í hendi í seinasta lagi 24. november 2025.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.
Vágs kommuna


Facebook viðmerkingar