Sandur, Skúgvoy og Suðuroy – menning og umhvørvi í samværa

BySuðuroyarportalurin

8. november 2025

Friðurin á Sandi og framtíðin í Suðuroy og Skúgvoy

Suðuroyartunnilin skuldi vera savnandi átak øllum føroyingum at gagni. Ein verkætlan, sum skuldi knýta nær um allar føroyingar saman og loksins geva suðuroyingum og skúgvoyingum javnbjóðaðar møguleikar og javnrætt. Føroyingar høvdu eisini fingið betri atgongd til landsins syðstu oyggjar. Hetta hevði verið framtak, sum bøtti trivnaðin og munaði vinnuligt í Føroyum.

Harmiligt er, at fólkatalið í Suðuroy minkaði við 31 fólkum farna árið. Í Skúgvoy minkaði fólkatalið við 2 fólkum.

Vit kunnu tó fegnast um, at fólkatalið í Sandoy vaks við 33 fólkum. . Talið av ferðandi akførum í Sandoyartunlinum heldur fram at vaksa. Í juli í ár var miðaltalið 1280 akfør um samdøgrið. Hetta er av sonnum framburður.

Spurningarnir eru nú:

1. Hvussu rekja vit fløkjuna á Sandi, har landslagið er so sera vakurt?

2. Hvussu stórt inntriv er stutti vegateinurin í bygdini, har 1400 akfør skulu strúka framvið so við og við sólarringurin rennur?

3. Hvussu stórt inntriv er tað, at Suðuroy og Skúgvoy avtoftast, og at skeiklaða aldursbýtið nú mergsýgur kommunukassarnar?

Hvat halda sandingar um vegagerð eystanvert Sandsvatn ella um tunnil undir Traðarhamri? Hvat halda hinir oyggjarbúgvarnir í Sandoy?

Vit mugu ikki gloyma, at Sandur er okkara bygd; og vit mugu heldur ikki gloyma, at Suðuroy og Skúgvoy eru okkara oyggjar!

Tað finnast tveir táttir, sum eiga at sipa til samvitskuna hjá føroyingum;

eru vit sinnað til at spilla friðin og skemma landslagið á Sandi,

og eru vit sinnað at oyða og avtofta Suðuroy og Skúgvoy?

Eg havi fult álit á serfrøðingunum hjá Norconsult, sum hava verið við til at byggja allar landsins undirsjógvartunlar. Eg haldi eisini, at KvF eigur at taka somu serfrøðingar til samrøðu, um vit veruligt vilja greiða óvissurnar. Serfrøðingarnir hava bjóðað seg til at gera samrøðu við KvF.

Tað er lætt at dríva eitt ivasemiverk – tað er at sáa iva um alt, spilla trúvirðið hjá teimum, sum bretta upp ermar og skapa kloyving. Eg haldi, at hetta er vorðið sum vanlig mannagongd, nú Suðuroyartunnilin hevur verið til umrøðu – tíanverri.

Guð náði okkara navn og umdømi í søgubókunum, fara vit ikki rætt fram í næstum.

Niðanfyri sæst mynd við frágreiðingum av ætlaðu vegagerðini á Sandi.

Vinarliga 

Snæbjørn Bærendsen

Facebook viðmerkingar