Borgarafundur um Suðuroyartunnilin í SALT

BySuðuroyarportalurin

11. november 2025
Mynd: FaroePhoto

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava gjørt av at skipa fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin, í SALT 7. december 2025 kl. 13.30.

Borgarstjórarnir eru eisini samdir, um at málið um Suðuroyartunnilin er alt ov illa lýst, hvar P/F Suðuroyartunnilin og suðroyingar ikki eru sloppin til orðanna.

Millum annað noyðist ogra tilfeingi, ogra ungdómur, at fara av oynni til at fáa sær útbúgving, fyri síðan at venda heim aftur til oynna við útbúgving. Hesi eru als ikki hoyrd.

Suðuroyggin er í fríum falli, bæði hvat viðvíkur fólkatali, inntøkum og fólkasamanseting og onki av hesum er við í lýsingini í ogra almenna Kringvarpi nú Suðuroyartunnilin verður viðgjørdur í tíð og ótíð.

Meira um fundin verður kunngjørt seinni.

Vegna stigkararnar:

Tvøroyrar kommuna, Kristin Michelsen, borgarstjóri

Vágs kommuna, Bjarni Johansen, borgarstjóri

Hvalbiar kommuna, Janus Thomsen, borgarstjóri

Porkeris kommuna, Ása Holm, borgarstjóri

Sumbiar kommuna, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri

Hovs kommuna, Delmar Tausen, borgarstjóri

Fámjins kommuna, Jóanes Lisberg, borgarstjóri

(Mynd: Faroephoto.fo)

Facebook viðmerkingar