“Góð tíðindi” komin út

BySuðuroyarportalurin

11. november 2025

GÓÐ TÍÐINDI nr. 6 er komið og fæst ókeypis á ymsum støðum kring landið.

Blaðið kann eisini lesast á evr.fo

Í blaðnum hesa ferð eru hesar greinar:

  • „Rangur og rættur heilagleiki“ eftir H.A. Ironside.
  • „Hann tekur ei gleðina frá tær“, ið er søgan um kenda sangin, ið norðmaðurin Adolf Bjerkrheim hevur yrkt, og sum Edmund í Garði hevur týtt til føroyskt.
  • „Jesus elskar teg“ er frásøgn um bretskan hermann, ið var í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
  • „Vitnisburður“ eftir Maritu Nystrøm.

Áður varð blaðið borið í hvørt hús kring landið; men av tí at Posta hevur broytt útberingarkostnað, letur hetta seg ikki gera longur.

Blaðið fæst eisini við at venda sær til John í Skemmuni. Til ber at fáa fleiri eintøk, um onkur vil geva øðrum blaðið.

Facebook viðmerkingar