Almennur fundur um eldraøkið og framtíðina

BySuðuroyarportalurin

19. november 2025

Hvussu skal eldraøkið í Suðuroy mennast tey komandi 10 árini? Hetta er evnið, sum er á skrá á almennum fundi, sum Bú- og Heimatænastan í Suðuroy skipar fyri 2. desember.

Á skránni er:

  • Kunning um arbeiðið at gera eina farmtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy
  • Pallborðskjak um eldraøkið og framtíðina
  • Spurningar og sjónarmið frá salinum

Høvi verður seta spurningar og at siga sína meining um, hvussu eldraøkið kann skipast og mennast tey komandi árini.

Tiltakið verður í Salt týskvøldið 2. desember kl. 19.00.

Kunning um arbeiðið við framtíðarætlanini er tøk her.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar