Tina Grønbech, leiðari á Fab-Lab í Vági tekur ímóti kekkinum frá Bent Albinus, forseta í Lions Suðuroy til sermerktu og slóðbrótandi verkætlanina, tey eru farin undir
Lions Suðuroy hevur játtað Fab-Lab í Vági 25.000 krónur til eina rættiliga sermerkta royndarverkætlan við tí endamáli at endurnýta gamalt plast.
Endamálið er at endurnýta plast, sum annars er tveitt burtur, og gera ymsar lutir burtur úr tí.
Í tí sambandi eru tey í ferð við at útvega sær neyðugu útgerðina til endamálið.
Tað er hesa útgerðina, gávan frá Lions skal brúkast til.
Tina Grønbech, leiðari á Fab-Lab, í Vági sigur, at yvirskipaða endamálið við verkætlanini at gera børn og ung tilvitað um endurnýtslu og at vísa teimum, hvussu livitíðin hjá plasti kann leingjast við at endurnýta tað, heldur enn bara at tveita tað í skrell.
Hugsanin er, at børn og ung fara at samla plast saman, sum tey síðani kunnu fara í Fab-Lab við og gera onkran nyttugan lut burtur úr tí, sum tey síðani fáa heim við.
Endamálið er eisini at skipa fyri verkstovum fyri skúlanæmingum, har tey sleppa at gera ymiskt burtur úr endurnýttum plasti og sum tey síðani kunnu fáa heim aftur við sær.
Byrjað verður í smáum við ávísum sløgum av plasti, eitt nú karamellublikkum, sum liggja í hópatali og sløðast allastaðni, ikki minst eftir jól.
Og fáa tey alt at rigga, er ætlanin, sum frálíður, eisini at brúka onnur sløg av plasti og kanska eisini klæði og pløgg, sum eru tveitt burtur.
Tina Grønbech sigur, at tað fyrsta tey fara at gera burtur úr endurvunnum plasti, eru lyklaringar við fjarðalási at krøkja í beltið.
Annars hugsa tey nógv um at gera nakað, vit brúka nógv av, nevniliga seyðaspjaldur.
Men annars ber eisini til gera knakar, bikør og alt møguligt annað.
Tað er næstan ikki mark fyri, hvat kann gerast burtur úr endurvunnum plasti, sigur Tina Grønbech.
Her er eitt leinki til eitt lítið filmsbrot um ætlanina: https://www.youtube.com/watch?app=desktop&v=wcYRCVKKXJg


Facebook viðmerkingar