Kunnandi tiltak um Suðuroyartunnilin

BySuðuroyarportalurin

23. november 2025

Í næstum fer Løgtingið aftur at viðgera Suðuroyartunnilin; eitt uppskot, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina í Suðuroynni. Eitt uppskot, sum eisini hevur ført við sær nógva umrøðu og kjak í stóran mun uttan um Suðuroynna.

Mánakvøldið 24. novembur verður tó høvi at kunna seg um uppskotið á kunnandi tiltaki um Suðuroyartunnilin.

Á fundinum fer P/F Suðuroyartunnil at greiða frá innihaldinum í verkætlanini, nú lógaruppskotið er borið í Løgtingið.

Eisini verður greitt frá fíggjarliga partinum og frá politisku tilgongdini.

Fundurin er í Skúladeplinum í Suðuroy kl.19-21.

Skráin er hendan:

  • Bjarni Hammer greiðir frá politisku tilgongdini
  • Dennis Holm greiðir frá fíggjarliga partinum
  • P/F Suðuroyartunnilin greiðir frá verkætlanini.
    Møguleiki verður at seta teimum spurningar.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin!

Politisk økisfeløg í Suðuroynni

Facebook viðmerkingar