Eg var heima til tann dagin eg átti

BySuðuroyarportalurin

21. november 2025

SUÐUROY 2036Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin fer komandi vikurnar at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið,  os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.

Eg var heima til tann dagin eg átti

Tá ið átti Rógva, sum nú er 6 ár, og Rebekku, sum er 4 ár, tá var eg í báðum umførum 3 vikur í Havn í samband við at eg skuldi eiga, men tá eg átti hendan lítla prinsin fyri 2 vikum síðani, tá koyrdu okur norður um morgunin og eg átti seinnapartin, sigur Inga. 

Okur, Hans og eg, búsettu okkum her í Porkeri, her eg eri vaksin upp, fyri 8 árum síðani og eiga nú trý børn. Øll eru fødd á Landssjúkrahúsinum, tí tað eru jú heilt nógv ár síðani føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd. 

Tá Smyril sigldi, so mælti læknaliga serfrøðin á Landsjúkrahúsinum til, at man skuldi til Havnar í minsta lagi 2 vikur áðrenn termin. Eg gekk næstan 1 viku yvir termin við bæði Rógva og Rebekku, so okur vóru 3 vikur í Havn, tá tey vórðu fødd.

Eg haldi ikki, at okur hugsaðu so nógv um tað, tá Rógvi varð føddur. Okur gleddu okkum jú nógv til at blíva foreldur fyri fyrstu ferð. Men tá Rebekka varð fødd, so var tað nokk so krevjandi. 

Hans arbeiðir sum el-installatør, so hann mátti taka frí fyri at verða saman við mær og Rógva í einari íbúð við Landssjúkrahúsið. Og tað kendist øgiliga strævið bara at ganga og bíða í Havn og ikki kunna t.d. vitja foreldur ella vinfólk í nærumhvørvinum.

Okur hava alla tíðina ætla at fingið fleiri enn tey bæði, men fyri at siga sum er, so hava okur bíða inntil tað var koyrandi norður. Og nú hesin lítli prinsurin varð føddur, so var tað nakað heilt annað. 

Okur hava verið heima alla tíðina. Hans hevur kunnað passað arbeiðið hvønn dag. Rógvu og Rebekka hava verið í dagrøkt saman sum vant. Og eg havi, nú eg havi verið í barsil, kunnað vitjað foreldur og vinfólk og gingið í bindiklubb, akkurát sum vant. So hetta hevur verið eitt heilt annað og nógv betri upplivilsi enn tá Rógvi og Rebekka vóru fødd, sigur Inga at enda.

Ónsdagin hoyra okur um Pætur, sum nú kann vitja mammuna í Sandvík hvønn dag.

Facebook viðmerkingar