Nú verður fyrireikað at gera kjarnuboringar í Skálafjalli, millum Hvalba og Sandvík, í sambandi við nýggja Sandvíkartunnilin.
Boringarnar eru partur av fyrireikingunum til at gera Suðuroytartunnil.
– Arbeiðssetningurin er at finna útav, hvussu djúpt Reyðibarmur ella Hvannhagafylki liggja í Skálafjalli, sigur Kristian Stórhamar, sum saman við Martini Sivertsen ger boringarnar.
Sáttmálin um arbeiðið var undirskrivaður í vetur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum hjá KVF her.


Facebook viðmerkingar