1. februar búðu 55.064 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 442 fólkum, ella 0,8 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí fleiri børn vórðu fødd.
Í Suðuroynni minkar fólkatalið í øllum kommunum, uttan í Hovs kommunu, har fólkatalið stendur í stað.
Í Hvalbiar kommunu minkaði fólkatalið við 11.
Í Tvøroyrar kommunu minkaði fólkatalið við 31.
Í Fámjins kommunu minkaði fólkatalið við 3
Í Hovs kommunu stóð fólkatalið í stað
Í Porkeris kommunu minkaði fólkatalið við 6
Í Vágs kommunu minkaði fólkatalið við 7
Í Sumbiar kommunu minkaði fólkatalið við 5.
Tilsamans minkaði fólkatalið í Suðuroynni frá 1. feb. 2025 til 1. feb. 2026 við 63.
Lesið meira á leinkjuni her:
https://hagstova.fo/fo/tidindi/gott-55000-folk-budu-i-foroyum-1-februar-voksturin-var-08


Facebook viðmerkingar