Góður kjakfundur um bústaðartrot

BySuðuroyarportalurin

12. mars 2026

Kjakfundurin, sum Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” skipaði fyri í Auluni í Finsen í gjárkvøldið, gekk væl og fylgdi løgdu skránni. Eini hálvthundrað fólk høvdu leitað sær inn í Auluna, hóast veðrið var illfýsið, umframt smá trýhundrað, sum fylgdu við í stroymingini. Hon sæst á viðfesta leinkinum niðast.

Eftir stutta vælkomuheilsu frá Áhugafelagnum, hevði Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, eina sera áhugaverda framløgu um bústaðartrotið í Føroyum, orsøkir til tess og avleiðingarnar av tí. Tað var nakað, ið gav bæði áhoyrarum í salinum, teimum, ið fylgdu við í stroymingini og pallborðsluttakarunum kunnleika og vitan um ta støðuna.

Síðan tók Óluva Zachariasen yvir og stýrdi kjakinum við hepnari hond.

Onkur spurningur og onkur viðmerking komu úr salinum, og annars høvdu floksumboðini tíðum fingrarnar á lofti fyri at svara tí, ið Óluva spurdi um, ella fyri at viðmerkja tað, ið onnur í pallborðskjakinum høvdu sagt. Ein góður og við hvørt lívligur fundur, tí tað merktist, at øll drógu ikki somu línu, tá ið tað snýr seg um at loysa uppgávuna at hýsa øllum borgarum landsins ella teimum, ið eins og flytifuglurin nú Grækarismessudag man ásanna, at ”heimið er tað besta stað á jørð”.

Tey, ið ”stóðu” í pallborðinum, vóru hesi, stavraðað eftir flokkunum:

Grímur Sundstein fyri Fólkaflokkin,

Annfinn Brekkstein fyri Sambandsflokkin,

Margit Stórá fyri Javnaðarflokkin,

Dennis Holm fyri Tjóðveldi,

Christoffur Gert Nielsen fyri Framsókn,

Sylvia Thomsen fyri Sjálvstýri og

Ólavur í Geil fyri Miðflokkin.

Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” takkar pallborðsluttakarunum og politisku flokkunum fyri at taka av okkara áheitan um at royna at loysa bústaðartrotið, tykkum, íð møttu upp í Finsen, og øllum tykkum, ið fylgdu við heima. Somuleiðis tøkk, tit bæði, Óluva og Gestur, fyri tykkara dygdargóða íkast til fundin.

Til ber at síggja upptøkuna frá fundinum í hesum leinkinum:

[https://youtube.com/live/k3JUmCKLG7k?feature=share]

Tíðindaskriv frá Áhugafelagnum ”Lutaíbúðir”.

Facebook viðmerkingar