Sum liður í forkanningunum til nýggja Sandvíkartunnilin, sum er ein av atknýttu verkætlanunum í Suðuroyartunlinum, eru gjørdar kjarnuboringar á Skálafjalli millum Hvalba og Sandvík.
Upprunaliga skuldi boraast eitt hol á umleið 400 m, skrivar Kristian Stórhamar á Facebook-vanganum hjá sær, men nú eru trý hol borað á tilsamans útvið 1.000 m.
Teitur Samuelsen, stjóri í PF Suðuroyartunnilin, greiddi í Degi og viku fyri vikum síðani, at arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin gekk sum ætlað.
Mynd: Kristian Storhamar


Facebook viðmerkingar