Vitjan av formansskapinum í Fólkatinginum og Løgtinginum

BySuðuroyarportalurin

8. juni 2026

T vøroyrar kommuna hevur í dag vitjan av formansskapinum í bæði Fólkatinginum og Løgtinginum.

Vitjanin er eitt gott høvi at greiða frá viðurskiftunum í kommununi, teimum verkætlanum, sum arbeitt verður við, og teimum møguleikum og avbjóðingum, sum Tvøroyri og Suðuroy standa yvirfyri.

Frá kommununnar síðu verður dentur lagdur á týdningin av góðum samskifti millum kommunala myndugleikan, Løgtingið og Fólkatingið. Tvøroyri hevur ein týðandi leiklut í Suðuroynni – bæði sum vinnubýur, mentanarbýur og tænastudepil – og tí er tað týdningarmikið, at politisku myndugleikarnir fáa gott innlit í tey viðurskifti, sum gera seg galdandi her suðuri.

Undir vitjanini verður millum annað tosað um menningarmøguleikar, infrakervi, kommunalar tænastur, vinnulív, havnina og framtíðina hjá oynni sum heild. Eisini verður víst á týdningin av at tryggja góðar karmar fyri búseting, arbeiðsplássum og trivnaði í Suðuroynni.

Kelda: Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar