Leygarkvøld tann 13. juni kl 21, hevur “Frum” konsert á Café MorMor.
Frum er tónleikaverkætlanin hjá Jenný Kragesteen, sum hevur útgivið tónleik síðan 2017. Við sínum tónleiki hevur hon ferðast runt í heiminum og staðið á alskyns pallum. Í 2023 setti hon eisini upp eina stóra teaturkonsert í Norðurlandahúsinum, har tónleikur, sjónleikur og visuell list runnu saman í eina heild.
Leygarkvøldið kl. 21 hevur “Frum” so konsert á Café MorMor a Tvøroyri.


Facebook viðmerkingar