SUÐUROY 2036: Okur eru í 2036 og tað er hálvt ár síðani at Suðuroyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Suðuroyarportalurin fer komandi vikurnar at varpa ljós á hvørja ávirkan tað hevur havt á fólk, fyritøkur, stovnar, ítróttarlívið, os.fr., at tað nú er koyrandi til og úr Suðuroynni.
SUÐUROY 2036: Eg havi seinastu 11 árini arbeitt í Havn og ferðast millum Havnina og Suðuroynna 3 til 5 dagar um vikuna, greiður Páll, sum arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Havn frá.
Sum verða man, so havi eg verið nógvar túrar og nógvar tímar umborð á Smyrli hesi seinastu árini, og havi hartil eisini ferðast við børnunum til ítrótt í vikuskiftunum. Eg taldi saman í fjør og var eg tá 740 tímar umborð á Smyrli ella umleið 31 dagar, um tímarnir verða lagdir saman. Verður tímatali talt saman, so brúkt eg eitt triðings arbeiðsár umborð á Smyrli í fjør.
Eitt er ferðatíðin og bíðitíðin, eitt annað er, at mín gerandisdagur og mítt familjulív er fult og heilt stýrt eftir ferðaætlanini hjá Smyrli. Upp tíðliga á morgni og til Smyril og so suðuraftur seinnapartin, summar dagar kl. 16 og aðrar dagar kl. 19, soleiðis var lívið í 10 og ½ ár.
Hesi árini havi eg mist nógvar løtur saman við mínum kæru. Morgunmatur og at fylgja teimum í skúla, tað hevur borið til kanska 1 og 2 ferðir um vikuna. Tiltøk í skúlanum, guitar og klaver-venjingar í musikkskúlanum, svimjivenjingar í Páls Høll – ja, har er tað mesta farið framvið. Og onkuntíð situr man við kensluni, at man kanska skuldi havt gjørt alt øðrvísi, og sum so nógv onnur búsett seg í Havn, men okur bæði, Jenny og eg, vóru samd um, at okur vildu búgva í Vági.
Nú tunnilin er komin er okkara lív eitt heilt annað og tað er næstan trupult at seta orð á hvussu fantastiskt tað er. Eg fari framvegis tíðliga frá húsum, men eg lukkist alt at siga góðanmorgun við øll í húsinum, áðrenn eg koyri til Havnar. Og tá eg komi heim um 17-tíðina, so lukkist eg at gera skúlating saman við børnunum, og tað var ikki gerandiskostur fyri hálvum ári síðani.
Eg trúgvi ikki, at nakar hevði droymt um hvussu stórar broytingarnar fóru at verða við Suðuroyartunlinum, men hetta er sum at flyta seg fram í eina aðra tíð. Ikki tað, Smyril hevur verið fantastiskur, men skuldu okur framhaldandi verða partur av landinum, so var fast samband rætta loysnin, sigur Páll at enda.
Sunnudagin greiður Inga frá hvussu tað er at verða barnakona í Suðuroynni, nú Suðuroyartunnilin er komin.


Facebook viðmerkingar