Ein heilt stórur partur av føroyafólki (øll, sum eru 24 ár og eldri) verður sambært lóg hvønn mánað kravd at gjalda Kringvarpsgjald. Hetta fyri m.a. at tryggja, at okur hava ein sterkan tíðindamiðil í Føroyum, sum kann taka upp og á fakliga sterkum grundarlagi viðgera týðandi samfelagsmál.
“Kringvarp Føroya skrivar á heimasíðuni:
Kringvarpið skal virka í fólksins tænastu, og tilfarið, ið vit framleiða, skal vera viðvirkandi til, at Føroya fólk gerst betur ført fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.
(…)
Sendingarnar hjá Kringvarpinum skulu m.a. fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald.”
Vanligt er, at redaktiónir eru á tíðindadeildum, sum skulu tryggja góðskuna í tíðindaflutningum. Soleiðis er eisini í KVF, har tað arbeiða 33 fólk á ”Aktuelt-deildini”. Í stuttum merkir hetta, at fleiri eygu, fleiri høvd og røddir á tíðindadeildini skulu tryggja, at tað sum fer út er í lagi og í tráð við bæði leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið og við krøvini, sum KVF setir sær sjálvum um m.a. “sakligan og óheftan tíðindaflutning”.
Hóast hetta, so valdu Jón Brian Hvidtfelt við John Johannessen sum hjálparfólki á miðari nátt (kl. 01.08) at leggja út grein, har bæði yvirskrift og innleiðandi teksturin eru grov ósannindi.
Eg fegnist um viðhald í kæruni til Fjølmiðlanevndina og átaluna til KVF í samband við greinina (harmist tó um longdina í viðgerðartíðini í nevndini) – og hevði fyri so vítt ikki væntað aðra niðurstøðu.
Eg siti tó framvegis við einari røð av spurningum. Millum annað:
– hvar er redaktiónin í tíðindadeildini hjá KVF, sum burdi forða fyri at greinin fór út í hesum líki?
– hvar er redaktiónin í tíðindadeildini hjá KVF, sum segði gott fyri at leggja út tíðindi av hesum slagi á miðari nátt, nakað sum neyvan nakrantíð fyrr er komið fyri á heimasíðuni hjá KVF?
– hvar er redaktiónin í tíðindadeildini hjá KVF, sum kritiskt viðgjørdi leiklutin hjá Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannessen í hesum málinum?
– hvar er redaktiónin í tíðindadeildini hjá KVF, sum viðgjørdi spurningin um at undirritaði burdi verið hoyrdur í málinum áðrenn søgan fór út – ella í minsta lagi hoyrdur beinanvegin aftaná at søgan fór út?
– hvar er sjálvkritikkurin hjá KVF, sum í fleiri skrivum framvegis tvíheldur um, at alt er í lagi í greinini?
Eg havi í nógvum umførum ført lesandi upp til próvtøkur á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Var hetta ein uppgáva hjá einum bólki av lesandi, so dumpaðu tey – eins og Kringvarp Føroya dumpaði í hesum málinum.
Og eg og onnur eru tó framvegis tvungin at gjalda mánaðarliga Kringvarpsgjaldið.
Dennis Holm


Facebook viðmerkingar