Tippið var fult av børnum, og har var eitt gott, trygt og lívligt umhvørvi. Har kundi tú spæla allan dagin langan og alt kvøldið við. Hvør løta var nýtt til spæl ella til ítriv, og alt skipaðu okur fyri sjálvir. Okur reikaðu í fjøllunum og leitaðu eftir likkungum, vóru í bønum og spældu við horn, sum aðrir fjallmenn, og vóru stóran part av summarhálvuni í møluni og á fjørðinum á flaka og í báti.
Ovari vegur var sjálvt spæliplássið, har okur sparkaðu fótbólt, spældu rundbólt, kowboy og indianarar, henny over, spældu klikk, blikka, lakkaðu paradis o.m.a., og tá kavi var, var skreitt til langt út á kvøldið. Ofta varð eisini gjørt fortreð – serliga um veturin – og hugflogið feilti onki. Okur funnu uppá mangt og hvat, og tá ið myrku kvøldini byrjaðu, var peran í lyktapelanum á horninum við húsini hjá Marnu steinað niður, so vegurin og túnið var so myrkt, sum tað skuldi vera til at spæla krógva og blunda o.a.
Vart tú svangur, fór tú við hinum inn til onkran beint við og fekk eitt breyðstykki og ein drekkamunn, og vart tú kaldur, fekst tú hitan. Onkur hevði kolkomfýr, onkur annar hevði AGA-komfýr, sum brendi koks, fleiri høvdu petroleumsovn og uppaftur onnur høvdu el-komfýr. Men køkarnir vóru altíð heitir og blíðskapurin var stórur.
Dion, Mourits, Rúni, Óli, Helgi, Bergur, Bogi, Regin, Julius, o.a. vóru fyrstu spælikammeratarnir og Martin og Uni Næs, áðrenn teir fluttu til Havnar. Tað var ein kvøkkur fyri allar tippadreingirnar og tyktist óveruligt og ringt hjá einum smádreingi at fata, at nakar kundi fara til Havnar úr hesum paradísinum. Onkuntíð sluppu okur at vera við, tá ið størru dreingirnir sum Hans, Jóan Petur, Kristian, Dánial, Tom, Hergeir og aðrir spældu ymisk stuttlig útispøl.
Nýggjársbál við lýsandi blikkum skipaðu okur fyri, har okur fingu mesta tilfarið, sagispønur, av verkstaðnum hjá gamla Dion. Skipað varð fyri tunnusláing, og enda varð við biltúri til Tvøroyrar ella til Hvalbiar, sum var forkunnugt tá.
“Hønhúsið” hjá Ellu og Dion var okkara frítíðarheim, og har var lukkutíð eingin pedagogur til at spilla spælið, og foreldrini hildu seg burtur í passaligari frástøðu. Lítli Dion var ein fittur leiðari í frítíðarhønhúsinum, sum hann stýrdi við bleytari hond. Har vóru fyrstu sigarettirnar royktar og verðinssituatiónin í dreingjahædd varð orðnað.
Verkstaðið hjá gamla Dion var ein miðdepil. Gamli Dion var tolin og barnavinaligur. Har vart tú altíð vælkomin at hyggja og fylgja arbeiðinum, at telgja, saga og smíða og savna træ til at brenna bál. Vetrarhálvuna, tá veðrið ikki var til vildar, høvdu okur besta spælipláss tú kundi hugsa tær inni á verkstaðnum. Seinni kom bortennisborðið hjá Arna og Oddmar hjá Evi hjá Diasi, at standa uppi á loftinum, og har høvdu Dion og okur mangar góðar løtur og góðar borðtenniskampar.
Eftir fólkaskúlan skiltus okra leiðir mestsum, men barndómsminnini, tey eru nakað serstakt fyri flest øll og lýsa helst bestu tíðina í lívinum.
Onkrar stuttligar søgur eru, sum lýsa Dion sum ein góðan barna- og ungdómsvin, og sum við nøkrum fáum myndum ella hendingum úr stóru rúgvuni kunnu lýsa Dion, og hvussu okur myndaðu dagin sjálvir.
Loypa áir um áarbakkan í dag, verður tosað um veðurlagsbroytingar, men hetta kom fyri so at siga hvønn vetur, tá okur vóru børn. Allar áir vóru opnar, og mangar kloakkir vóru leiddar beint út í nærmastu á, og har endaði eisini nógv rusk. Hetta gjørdi, at flest allar áir runnu upp um áarbakkan, tá fyrsta áðarføri kom, og tá vóru ofta stórir og góðir hylar á ovara vegi í Tippinum. Okur hugnaðu okum óført, og tá varð ikki hugsað um virus og bakteriur. Dion hevði funnið sær eina fjøl, sum hann snikkaði til sum skip. Mourits hevði funnið eitt bjálkastykki við tveimum stórum seymum í sum mastrar.
Sum teir spæla, kemur mjólkabilurin úr Sumba úteftir ovara vegi. Hann koyrdi tá dagliga mjólk til handilin hjá Jens Müller – eisini nevndur Skraddarin. Teir skunda sær burturfrá, men bilførarin velur at koyra á bjálkastykkið við seymunum í, og dekkið punkteraði við ein brest. Bilførarin var skjótur út og skeldandi og gav Dion ein brest í afturpartin – ivaleyst tí hann sá út til at vera tann elsti.
Ein dagin fóru Dion og Mourits og mammubeiggi hansara Óli út í trøðna í Neslíð. Ein veðrur skuldi takast, og teir skuldu hjálpa Óla at fanga hann. Veðrurin hevði verið heimalamb, og nú rann hann undan, men hann kundi eisini finna uppá at renna eftir einum fyri at stanga, tí Dion og Mourits høvdu havt fragd at fáa hann at stanga heima í garðinum í Tippinum.
Komnir út á trøðna helt Óli fyri, at tað var nokk best, at Dion og Mourits fóru uppá stóran klettin, sum stendur har enn í dag, skuldi veðrurin finna uppá at stanga. Mourits slapp sær upp á klettin, men tað tímdi Dion ikki – hann fór ikki uppá nakran klett.
Ein løta gekk, har veðrurin rann undan, men so kendi hann ivaleyst Dion aftur og byrjaði at renna eftir honum, og róp kom í: ”Renn uppá klettin”, og Dion rann, men beint áðrenn hann náddi klettin, fekk hann ein brest í afturpartin og endaði í rununi og mýrulendinum niðanfyri steinin. Veðrurin ætlaði sær ivaleyst at geva Dion ein brest afturat, men gekk seg fastan, tá hann sakk niður í mórudýkið. Soleiðis fangaði Dion veðrin, um tað kanska ikki var heilt eftir bókini, tí hann fekk runukarm.
Nakrir bátar vóru undir Tipphúsbakkanum, sum dreingirnir sluppu at lána. Millum hesar bátarnar var Hulda hjá Mortan hjá Skraddaranum, men hann var rættiliga tungur at rógva og nakað stórur hjá teimum, so teir hildu seg undir Tipphúsbakkanum við honum.
Ein dagin helt Dion fyri, at hann og Mourits skuldu rógva mitt út á fjørðin og taka nøgluna úr og so rógva ímóti landi við fullari ferð. So var gjørt – nøglan varð skrikt úr og so báðir til árðarnar at rógva so skjótt, sum gjørligt. Ongin vandi stóst av, men báturin var tungur at rógva. So at tøma bátin fyri sjógv, og so at royna umaftur longur úti frá landi.
Dion dámdi at bróta mørk, og tað var ikki altíð, at hann tímdi at ganga oman í møluna, nei hann klatraði niður, har tað var hægst, men hetta var so eisini orsøkin til, at hann einaferð datt niður og breyt øsbeinið.
So kom tíðin, tá ið Dion og Mourits skuldu hava teirra fyrsta ur. Í dag vildi tað ivaleyst svarað til at fáa eina fartelefon. Boð fóru norður til Niels Arge á Kongabrúnni, og hann sendi 5 stk. ur suður. Mourits valdi sær eitt, sum æt MOD, og hann minnist, at hann helt, at tað stóð fyri Mourits Og Dion. Síðani vóru hini 3 urini send norður aftur. Soleiðis varð tað gjørt tá.
Ósjónligu bondini hava verið har altíð, bond knýtt í Tippinum, sum var alt okra trygga univers í barnaárunum. Tíðir koma og fara og umhvørvið broytist, sum fólk koma og fara. Nú Dion og flestu fólkini eru farin, livir universið mest sum bara í minninum, men har livir tað trygt og væl, og einki kann saka tað. Okur eru takksamir fyri tíðina, fyri barnaárini, fyri fjálga og mennandi umhvørvið og ikki minst fyri Dion – okra fitta spælikammerat.
Far væl góði Dion!
Takk fyri barna- og ungdómsárini í Tippinum.
Takk fyri minnini.
Ósjónligu bondini eru har enn.
Bergur, Mourits og hinir Tippadreingirnir


Facebook viðmerkingar