Tvøroyrar kommuna: Fíggjarætlanina fyri 2026 javnvigar við 134,4 mió.

BySuðuroyarportalurin

28. november 2025

Stórar íløgur í havn, vegir, miðbý, barnagarð og skúlar

Tvøroyrar býráð hevur hin 27 nov. 2025 samtykt fíggjarætlanina fyri 2026. Fíggjarætlanin javnvigar við uml. kr. 134,4 mió., við samlaðum rakstrarútreiðslum á kr. 95,8 mió. og íløgum á kr. 38,6 mió.


Skattur, barnafrádráttur og barnaansing

Samtykt er at skattaprosentið verður óbroytt á 20,9 %, eins og undanfarna ár.

  • Barnafrádráttur: Hækkaður úr kr. 8.000 upp í kr. 10.000 pr. barn.
  • Virðiskort til børn: Hildið verður áfram at lata virðiskort á kr. 2.000 til øll børn í Tvøroyrar kommunu, til luttøku í mentanar- og ítróttartiltøkum.
  • Barnaansingargjøld í 2026 verða frameftir óbroytt:
    • Vøggustovu- og barnagarðspláss: kr. 1.900/mðr. fyri fyrsta barnið, kr. 1.600/mðr. fyri annað barnið, og ókeypis fyri triðja barn og hareftir.
    • Frítíðarskúli: kr. 1.200/mðr. fyri fyrsta barnið, goldið fyri 11 mánaðir.
    • Forskúli: kr. 700/mðr. fyri fyrsta barnið, goldið fyri 11 mánaðir.
      Somu avsláttarskipan er galdandi sum í dag.

Inntøkur

Samlaðu inntøkurnar í 2026 eru mettar til umleið kr. 103,4 mió., samanborið við kr. 97,4 mió. í fíggjarætlanini fyri 2025.

  • Persónsskattur: mettur til kr. 74,9 mió. í 2026 (í mun til kr. 69,9 mió. í 2025).
  • Partafelagsskattur (P/F) mettur til: kr. 2,5 mió. í 2026.
  • Tænastugjøld á tóm býli mett til: kr. 0,5 mió. (Nýtt)
  • Afturbering frá eldraøkinum (BHS-samstarvinum) hækkar til kr. 31,7 mió.

Hetta gevur eina øking í skattainntøkunum til kommununa, sum skapar grundarlagið undir bæði øktum rakstri og íløgum.


Rakstur – høvuðsøki og broytingar

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2026 eru mettar til kr. 95,8 mió., ein øking á kr. 7,3 mió. í mun til FÆ2025 (kr. 88,5 mió.). 

Rakstrarjáttanirnar í 2026 eru uml.:

  • §1 Kommunal fyrisiting: kr. 12,9 mió.
  • §2 Almanna- og heilsumál: kr. 40,0 mió.
  • §3 Børn og ung: kr. 16,4 mió.
  • §4 Undirvísing: kr. 8,9 mió.
  • §5 Mentan og frítíð: kr. 10,2 mió.
  • §6 Teknisk mál (rakstur): kr. 5,7 mió.
  • §7 Kommunal virki (renovatión, sløkkilið o.a.): kr. 4,3 mió.

Størsti parturin av vøkstrinum í rakstrinum stavar frá øktari játtan til BHS og eldraøkið og lønarvøkstri sambært sáttmálum. Játtanin til almanna- og heilsumál hækkar úr uml. kr. 36,3 mió. í 2025 upp í uml. kr. 40,0 mió. í 2026, harav kr. 31,7 mió. fara til felags eldrasamstarvið (Bú- og Heimatænastuna).

Økið Børn og ung hevur framvegis eina sterka játtan á uml. kr. 16,4 mió., sum fevnir um barnaansing, frítíðarskúla, Undómshúsið Pakkhús 4 og tiltøk sum t.d. “Ung í arbeiði”.

Á mentanar- og frítíðarøkinum verða uml. kr. 10,2 mió. sett av til m.a. musikkskúlan, ítróttar- og frítíðartilboð, ítróttarhøllina, svimjihøllina og byggisøguliga og mentanarligt virksemið.

Raksturin á tekniska økinum og kommunalum virkjum tryggjar framhaldandi høgt tænastustig innan veg- og gøtuhald, spillvatn, vatnverk, bátahyljar, bingjupláss og sløkkilið.


Íløgur – 38,6 mió. kr. í framtíðina

Samlaðu íløgurnar í 2026 verða kr. 38,6 mió., samanborið við kr. 33,8 mió. í 2025 – ein vøkstur á uml. kr. 4,7 mió..

Íløgurnar eru býttar soleiðis eftir høvuðsøki (FÆ2026):

  • §1 Kommunal fyrisiting: kr. 0,2 mió.
  • §3 Børn og ung: kr. 3,6 mió.
  • §4 Undirvísing: kr. 3,4 mió.
  • §5 Mentan og frítíð: kr. 2,1 mió.
  • §6 Teknisk mál: kr. 24,6 mió.
  • §7 Kommunal virki: kr. 4,9 mió.

Børn, skúlar og ung

Á barna- og skúlaøkinum verður íløgt tilsamans uml. kr. 7,0 mió. (3,6 + 3,4):

  • Uml. kr. 3,3 mió. til framhaldandi dagføring av barnagarðinum og frítíðarskúlanum – útbygging, uppíbygging og fríðkan av innandura og uttandura øki.
  • kr. 0,3 mió. til spælipláss, m.a. undirlag til sparkivøll í Froðba og girðing/spælipláss í miðbýnum.
  • kr. 3,4 mió. til skúlarnar, m.a. fríðkan av skúlagørðum, dagføring av ventilatión, gólvum, lofti og fasadu, umframt nýggja KT-útgerð og dagføring av útgerð í svimjihøllini.

Mentan, ítróttur og frítíð -ein týðandi liður í at bøta um karmarnar um tiltøk og upplivingar.

Innan mentan og frítíð verða íløgur á uml. kr. 2,05 mió. í 2026:

  • Íløgustuðul til Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn (kr. 0,5 mió.).
  • Uml. kr. 0,9 mió. til ítróttarhøllina og vøllin, m.a. spæliøki eystanfyri høllina, skitsuprojekt til uppíbygging, ljóðanlegg og fríðkan av forhøllini.
  • kr. 0,35 mió. við Stórá.
  • kr. 0,15 mio. forprojekt “kolaminnir”

Tekniskar íløgur: miðbýur, vegir, spillvatn, kirkjugarður og vatnverk

Størsti parturin av íløgunum – uml. kr. 24,6 mió. – fer til teknisk mál. Her er serliga talan um framhaldandi útbygging og dagføring av býnum og av undirstøðukervinum:

  • Uml. kr. 8,6 mió. til bygningar og miðbý: Dagføringar av Koldepotinum (m.a. kaffistovu), keyp av høll til teknisku deild, dagføringar av Sjógøtu 2, og Suðuroyartorgið, umframt tekja á Tvøravegi 37 og grønar orkuloysnir (hitapumpur).
  • Kirkjugarður: uml. kr. 1,6 mió. til víðkan og amboð.
  • Vatnverk og vatnveiting: uml. kr. 0,65 mió., m.a. nýtt portur til Ranan og nýggjar tøkur í Rangabotni.
  • Spillvatnsætlaninkr. 3,0 mió. til framhald av spillvatnsætlanini.
  • Vegir og samferðsla: kr. 9,2 mió. til asfaltering og vegagerð, m.a. Undir Heygnum/Valarabrekkan, umvæla veg niðan á Nakk samsv. ferðavinnuætlan, vegur til Froðba, ferðslutrygd við Stórá, breiðkan av vegi við Sjógøta 132-136, avrætta og dagføra Hotelbrekkuna og gongubreytir á Hvítanesi og á Tvøroyri, umframt uppsetan av bussskýli.
  • Gøtuljós og útgerð: uml. kr. 0,5 mió. til nýggj gøtuljós, m.a. í Froðba og Dalinum, og kr. 0,7 mió. til nýggjan amboð og maskinur til teknisku deild.

Havn, bátahyljar og umhvørvi

Íløgur undir kommunalum virkjum (uml. kr. 4,9 mió.) fevna m.a. um bingjupláss, sløkkilið og havnina:

  • Bingjuplássið: uml. kr. 0,15 mió. til at skipa og dagføra økið.
  • Sløkkiliðið: íløgur í m.a. garaguhurð, útgerð og tryggari karmar (uml. kr. 0,1 mió.).
  • Tvøroyrar havn: uml. kr. 3,0 mió., harav kr. 2,0 mió. til landstreym til størri skip, umframt dýping av hylinum, fendarar, sjeklar, kamera-yvirvaking og vindmátara.
  • Bátahavninkr. 1,7 mió. til m.a. bátahyljar, fríðkan og framhald av arbeiðinum í kajhylinum.

Niðurstøða

Fíggjarætlanin fyri 2026 staðfestir, at serliga verður hugsað um barnafamiljur og trivnaðin hjá børnum og ungum í Tvøroyrar kommunu. Skattaprosentið verður óbroytt á 20,9 %, meðan barnafrádrátturin hækkar upp í 10.000 kr. pr. barn. Mat-tilboðið til børn í ansing heldur fram, og avsláttarskipanin fyri gjøld í frítíðarskúla og forskúla verða varðveitt. Somuleiðis verður framhaldandi goldið fyri 11 mánaðir um árið fyri ansing, og øll børn og ung upp til 18 ár fáa frítíðarkort/virðiskort á 2.000,- kr. til ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Sum heild merkir fíggjarætlanin fyri 2026, at bæði rakstur og íløgur í vælferðina verður styrkt og raðfest. Hetta er serliga týðiligt innan barna- og ungdóms økini eitt nú  ítróttar- og frítíðarvirksemið, barnaansing- og skúlaverkið. Men kommunan avsetur eisini játtan til íløgur í havn, miðbýðin, varandi orkuloysnir og infrakervi sum heild kring um í kommununi.

Facebook viðmerkingar