Ein nýggj vending – nú ein nýggjur mentanardepil verður bygdur í Vágs Skúla.

BySuðuroyarportalurin

28. november 2025

Tórskvøldið hevur Vágs býráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2026. Ì ætlanini fyri 2026, eru fleiri áhugaverdar byggiætlanir. Størsta ætlanin hjá Vágs kommunu er tó, at í  Vágs skúla skal gamli svimjuhylurin nú liðugt gerast, um til ein nýggja mendeturnadepil.

Har Vágs skúli og mussikskúlin og okur vágbingar, eins øll onnur, kunnu fáa gleði av í framtíðini.

Hettar málið var annars fyrstuferð á tekniborðinum í 2016. Fyrstu tekningar vóru annars gjørdar í 2016, av Mayfinn Norðoy. Tá fóru táverandi býráðsmeirilutin og skúlaleiðslan við Vágs skúla jan til framløguna av tekningunum um nýtt audiatorium í Havn 5 jan 2017. Málið var tikið uppaftur í mentamálanevndini í mars 2021.

Vágs býráð samtykti seinni einmælt, at fara undir arbeiði at gera komandi mentanardepil lidnan. Nakað av hesum arbeiði er nú eisini longu gjørt.

Arbeiði uppá at gera sjálvan svimjuhylin um til audiatorium/samlingsstað, var bjóða út og tað arbeiði fekk  byggifyritøkan P/F Norcon í Vági.

Ein bygginevndin var sett í 2022 og saman við mentunarnevndin, var eitt av fyrstu ynskinum var, at hava góðar umstøður bæði til skúlan og mussikskúlan, har m.a eisini avgjørt var,at hava góð ljóð, ljósviðurskiftur og goymslu, sum eisini krevst fyri slíka byggiverkætlan.

Somuleiði var avgjørt, at uppruna svmjuhøllin skuldi síggjast aftur í byggistílinum. Síðani tá eru fleiri broytingar gjørdar við byggiætlanini.

Seinni í 2025, var ynski frá menturnarnevndini, at fáa eina nýggja stásliga móttøku, har gomlu umklæðingarrúmini eru, tað var eisini einmælt samtykt av Vágs býráð.

Komandi nýggi menturnardepilin, skal brúkast í skúlatíðini og alment eftir skúlatíð.

Nú hevur Vágs kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2026, har býráði hevur givið grønt ljós fyri at gera alt arbeiði liðugt. Arbeiði verður fíggja við lántøku í 2026 og í løtuni verður arbeitt við, hvat samlaði kostnaðurin verður fyri alt arbeiði.

“ Okur kunnu gott siga at hettar er ein nýggj “ vend ella vending “ sum nú verður gjørd í gomlu svimjuhøllini, har bylgjurnar manga hava leika á gjøgnum ár og dag síðani 1979. Har okkara allar bestu svimjarar eisini er uppaldir. Hettar arbeiði hevur verið eitt ynski hjá Vágs skúla í nú í nógv ár og er so harðligani tiltrongt. Sigur Levi Rikshamar Mørk, formaður í menturnarnevndini hjá Vágs kommunu, sum eisini var við til upprunaætlanina um audiatorium frá 2016.”

Levi R Mørk leggur atrat, við hesari byggiætlanin er, eisini talan um eina nýggja byrjan.

Mentanarnevndin hjá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar