30. november og 13. desember er Dugni við á jólatiltøkum á Tvøroyri.
Dugni heldur til í Pakkhús 5 á Tvøroyri. Í samband við jólatiltøk á Tvøroyri, fer Dugni at hava opið.
30. november ber til at koma á gátt hjá Dugna og keypa kalendara kertuljós, ið eru gjørd úr endurnýtslutilfarið,
umframt aðrar virkaðar vørur.
13. desember er Dugni eisini við á jólatiltaki. Tá kunnu barnafamiljur koma at royna seg á verkstøðunum hjá Dugna.
Til ber at gera sær ein træstaka, umframt jólaprýði úr garni.


Facebook viðmerkingar