Maskinmeistarafelagið: Tað gongur seint at fáa nakra niðurstøðu í málinum um opna hekkuportrið á Galaxy. Løgreglan hevur kannað málið síðan 7. oktober, og í meira enn ein mánaða hevur ein uttanhýsis advokatur kannað málið fyri Fiski- og samferðslumálaráðið.
Í bíðitíðini er Galaxy langt síðan farin av landinum aftur, strandferðslustjórin hevur mist starvið av øðrum orsøkum, og landsstýrismaðurin, sum varðar av Strandferðsluni, skal frá sum landsstýrismaður 1. desember í sambandi við umskipan av landsstýrinum.
Í Maskinmeistarafelagnum hava tey ilt við at skilja, at tað skal taka so langa tíð at staðseta ábyrgdina fyri hendingini og ikki minni øllum tí, sum hendi aftaná.
Men Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hevur tó ikki brúk fyri kanningarúrslitunum fyri at staðfesta, at tað, sum hendi 1. september var brot á allar reglur um trygd á sjónum, sum eru ásettar í føroyskari lóggávu, og sum Føroyar í altjóða sáttmálum hava bundið seg at halda, og at handfaringin hjá myndugleikunum av málinum hevur verið alt annað enn álitisvekjandi.
– Umframt at vera greitt lógarbrot, so stríðir tað eisini ímóti vanligum viti og skili at fara til havs við ferðafólki við einum skipi í hasum standinum, og tað sama má sigast at galda fyri alla handfaringina hjá føroysku myndugleikunum, heilt upp á hægsta politiska stig, av málinum. Hon er snøgt sagt óvirðilig fyri eina tjóð, ið vil teljast millum mest framkomnu sjóvinnutjóðir, sigur Arnfinn Bech.
Málið skuldi jarðast
Tað, sum serliga ørkymlar formannin í Maskinmeistarafelagnum, er, at stóð tað til landsmyndugleikarnar, so bleiv málið als ikki kannað til lítar, men í staðin jarðað og gloymt.
– Tað er fyrst og fremst Kringvarpinum fyri at takka, at málið yvirhøvur verður kannað, tí journalistarnir har gjørdu sítt arbeiði – íroknað tað enfalda kanningararbeiðið, sum serliga Sjóvinnustýrið skuldi havt gjørt. Men Sjóvinnustýrið gjørdi bara av at steðga sínum kanningum, sjálvt um tað avgerandi prógvið stóð boygt í neonljósi framman fyri teimum. Við tí forðaðu teir eisini politinum í at kanna málið, og politiska leiðslan lætst ikki um vón, sigur Arnfinn Bech.
Sjóvinnustýrið broytti støðu, tá Jens Sivar Djurhuus, portørur, stóð fram í Kringvarpinum og váttaði, at tað var hann, sum hevði tikið myndina, men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum skilir ikki, hví tað var so avgerandi fyri kanningina.
– Eg vænti, at um politiið fekk eina mynd, sum var tikin av einum álvarsligum brotsverki, meðan tað bleiv framt, til dømis einum bankráni ella kníválopi, so høvdu politistarnir farið til verka alt fyr eitt, og tað hevði absolutt verið ein sekunderur spurningur, hvør tók myndina, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Tøgn í Vinnumálaráðnum
Tað er millum annað avdúkað, at Strandferðslan beinanvegin fekk boð um opna hekkuportrið, uttan at annað bleiv gjørt, enn at boðberin fekk munnkurv, og tað er eisini avdúkað, at fólk á Strandferðsluni og í Sjóvinnustýrinum høvdu samskift um, hvørja revsing hendingin kundi hava við sær, áðrenn Sjóvinnustýrið alment hevði tikið avgerð um at taka málið uppaftur og lata politinum tað at kanna.
Arnfinn Bech undrast tó á, at tað at síggja til bara er í Fiski- og Samferðslumálaráðnum, sum varðar av Strandferðsluni, at tey halda viðurskifti vera í málinum, sum eru verd at kanna, og at tað er neyðugt at staðseta ábyrgd, meðan onki hoyrist úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum varðar av Sjóvinnustýrinum.
– Sjóvinnustýrið ætlaði ikki, at politiið yvirhøvur skuldi kanna hetta málið, men at tað bara skuldi fara aftur við borðinum. Í mínum eygum er hetta tað grovasta dømið um vansketni í hesum málinum. Sjóvinnustýrið er tann stovnurin, sum umsitur maritimu sáttmálarnar, sum Føroyar eru partur av, og sum bæði inneftir og úteftir skal vera okkara garantur fyri, at vit eru í heimsklassa á tí maritima økinum – ikki minst, tá tað ræður um trygd á sjónum, sigur Arnfinn Bech.
Gáloysni á ovastu rókum
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur, at alt málið er ein frammaná hjá politisku leiðsluni og átti at elvt til sjálvrannsakan har.
– Politiski myndugleikin royndi eisini bara at gleiva upp um rúgvuna av sannroyndum og ivaspurningum í málinum – ikki minst ta sannroynd, at mann við hóttanum royndi at kippa boðberan – og um Kringvarpið ikki var so áhaldandi, so hevði tað sloppið at doyð í syndini, sigur hann.
Gáloysni viðvíkjandi trygd á sjónum er ein alsamt størri trupulleiki, longur upp í skipanina, tú fert, heldur Arnfinn Bech.
– Føroyingar hava orð fyri at duga góðan sjómansskap, og tað passar eisini umborð á skipunum. Men tað er verri statt uppi í systeminum og millum okkara leiðandi politikarar, sum bara hava tað í munninum. Tað er har, vit hava brúk fyri einari dyggiiligari hugburðsbroyting, sigur hann.Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er neyðug


Facebook viðmerkingar