Hvat er ein góður barndómur?
Flest okkara leita aftur til egnan barndóm, og minnast flest okkara á hugaligar løtur saman við familjuni, ommum og abbum, og tað at spæla í ánni, ella spæla fótbólt saman við vinum í grannalagnum.
Eg haldi, nú eg eri blivin vaksin, at tað var at vera saman við øðrum, sum gjørdi barndóm mín góðan. Bæði saman við familju og vinum, og bæði í gaman og í klandri (sum børn jú gera).
Børn í dag
Sum skúlastjóri haldi eg meg síggja, at børn í dag hava tað trupult. Tey hava tað trupult við at vera saman. Kanningar eru gjørdar um hetta, og niðanfyri her er støðan lýst, sum fleiri okkara uppliva í dag.
“Tey flestu hava upplivað, at tað er torført at hugsavna seg um ein heilan film, at lesa eina bók, ella at lurta eftir læraranum í ein heilan tíma. Orsøkin er, at vit eru vorðin von við at verða áhaldandi undirhildin og órógvað av telefonini.
Tekin, ið minna um viðføtt ADHD
Ov nógv tíð frammanfyri skíggjanum kann fáa heilan at bera seg at á ein hátt, ið minnir um viðføtt ADHD. Vit verða ov lættliga órógvað, duga illa at leggja ætlanir, vit gerast friðleys og bráðlynt (impulsiv). Heilin er vorðin vanur við at fáa eina rúgvu av áhaldandi kunning frá skíggjunum. Tað broytir, hvussu vit eru, og hvussu heilin virkar.
Tíbetur er skaðin av skíggjaovurnýtslu ikki varandi, tí heilin tillagar seg støðugt.
Kelda : Dr. Imran Rashid.”
Tað sum, skíggin ger við børn okkara er, at hann tekur burtur tað at vera saman. Tann lærdómur, sum er í tí at vera saman, er seinastu árini minkaður sera nógv. Seinastu 10 árini er tíðin, vit brúka saman, minkað við 40% smb. føroyskari kanning, sum Lóður hevur gjørt.
Vit í Vágs Skúla hava tí tikið stig til at geva børnum okkara teirra barndóm aftur. Vit hava, saman við foreldrum í 1. – 3. flokki, tikið saman hendur, og gjørt av, at børn okkara skulu ikki hava snildtelefon, heldur ikki heima. So í Vági hevur einki barn, upp til 4. flokk, nakra snildtelefon.
Um nakar vil hava eina longri, meira útgreinandi frágreiðing, so sæst hon her.
John Henrik Holm


Facebook viðmerkingar