Landsfelag Pensjónista fegnast um, at landsstýrið hevur tikið stig til at strika rundskrivið um 72 ára fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum og við hesum minkað um aldursmismunin á almennum arbeiðsplássum.
Landsfelag Pensjónista hevur í nógv ár víst á tað órímiliga í, at aldur hevur verið orsøkin til, at starvsfólk verða uppsøgd vegna aldur og ikki vegna førleika. Hetta hevur havt sera neiliga ávirkan á nógv dugnalig fólk, ið eru send heim, hóast tey hava førleika og ynski um at halda áfram at arbeiða, og sum hevur givið teimum sjálvum og arbeiðsplássinum innihald.
Landsfelag Pensjónista hevur eisini víst á, at fyrrverandi fráfaringaraldurin hevur verið í stríð við mannarættindini.
At rundskrivið um fráfaringaraldur nú er strikað, er ein góð jólagáva hjá nógvum pensjónistum at fáa, soleiðis at tey nú kunnu føla seg tryggan á sínum arbeiðsplássi uttan mun til aldur.
Landsfelag Pensjónista vónar, at kommunur og kommunal samstørv eisini fara at avtaka fráfaringaraldurin innan teirra øki.
Argir 9. des. 2025
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista


Facebook viðmerkingar