Jólagávur til eldru borgarar frá Ungdómshúsinum

BySuðuroyarportalurin

2. desember 2025

Eins og undanfarin ár fara tey í Ungdómshúsinum í Vági at geva hondvirkaðar jólagávur til borgarar í Vági, ið eru 80 ár og eldri.

Ungdómshúsið í Vági hevur siðvenju at gera handvirkaðar jólagávur til eldru borgarar í kommununi. Hetta er eitt arbeiðið, sum børnini hava gjørt seinastu vikurnar, og nú eru tey komin á mál við øllum jólagávunum.

Útbering í kvøld, tórskvøldið 4. desembur og fríggjakvøldið 5. desembur

Jólagávurnar verða bornar út í kvøld. Børnini verða biðin um at møta í Ungdómshúsinum klokkan 18.00. Haðani verður fari út við gávunum. Tað verður heitt á børnini um at vera væl ílatin og hava endurskyn við, so tey eru sjónlig í myrkrinum.

Tey eldru plaga at gleðast um jólagávurnar frá børnunum í Ungdómshúsinum. Tí hevði tað verið ein góð hjálp, um avvarðandi kunnu boða teimum eldru frá, at gávurnar verða bornar út í kvøld, soleiðis at tey flestu eru heima og kunnu taka ímóti.

Facebook viðmerkingar