Fyrireikingarnar til størsta nýggjárshald í landinum væl ígongd

BySuðuroyarportalurin

2. desember 2025

Um ein lítlan mánað verða aftur hátíðarhald kring landið, tá farið verður inn í eitt nýtt ár. Vágur er nýttársbygd burturav og hevur Nýggjársnevndin í Vági skipað fyri nýggjárshaldinum síðani miðskeiðis í 1960árunum.

Nógv verður gjørt burturúr við morgunmati og tiltøkum fyri børnum um dagin. Faklagongu við monnum og kvinnum gjøgnum bygdina fram ímóti midnátt. Stórum báli, har ein prýddur bátur, verður brendur á Tríkantinum á Sandinum. Føroya størsta fýrverksshow um midnáttarleitið. Og síðani stórum dansi á Eiðinum, í Vágs Høll og VB-húsinum.

Nýggjársnevndin hevur um dagarnar avdúkað fyrstu orkestrini, sum fara at spæla til dansin á nýggjárunum.

Í Vágs Høll er Rox eitt av orkestrunum, sum fer at spæla til dansin.

Í VB-húsinum fer Sommersonsband at spæla góðar dansibandstónar.

Facebook viðmerkingar