Um ársskiftið væntast arbeiðið at kaðalleggja alla Suðuroynna at verða liðugt. Seinasta strekkið verður í løtuni lagt ígjøgnum Hovstunnilin, og tá tað er komið upp á pláss, er klárt at bróta seinastu linjustrekkini av.
Kaðalleggingin í tunlinum verður gjørd á nátt. Verjugarður verður stoyptur í øðrum borðinum av tunlinum. Grús verður lagt í botnin, kaðlarnir lagdir í, og síðani grús fylt útyvir.
Tað er Sev, sum umbiður, samskipar og rindar fyri hetta arbeiðið. Hetta er sami framgangsháttur sum í øðrum tunlum. Heldur enn at grava kaðlarnar niður, verður ein lágur verjugarður stoyptur, soleiðis at kaðal kann leggjast í grøvina millum garðin og tunnilsveggin, og síðani verður grøvin fylt upp við grúsi.

Tað ger tað lættari at sleppa framat kaðlunum seinni, um tað skuldi verið neyðugt, sigur Otto West, kaðal- og linjumeistari.
Stórt tak at koma hertil
Hetta er partur av okkara málsetningi at kaðalleggja allar Føroyar, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið. Fyrimunirnir við hesum eru fyrst og fremst færri streymslit, men eisini minni vanligt slit á elleiðingar.
Málsetningurin um at nýtímansgera og tryggja elnetið var settur eftir tær tiltiknu jólaódnirnar seinast í 80’unum, tá elnetið fór rættuliga illa.
Í tí tíðini var ikki óvanligt at hava umleið 300 størri og smærri streymslit um árið kring landið, meðan vit í dag liggja á uml. 7 – 15 størri og smærri streymslit árliga. Tað verður neyvan nakrantíð null, tí kaðalfeilum o.l. er ringt at verja seg fyri. Harafturat kemur eisini fyri, at kaðlar verða grivnir av í sambandi við grevstur hjá øðrum.
Suðuroyggin er ikki fyrsta oyggin, sum er 100% løgd í kaðal. Frammanundan er hetta gjørt fleiri staðni. Umframt tær smærru oyggjarnar Nólsoy, Koltur, Hest, Mykines og Skuvoy, er eisini Sandoy og Borðy lagdar í kaðal, og Kallsoy og Vágar eru 99% lagdar í kaðal. Fjarðaspenni eru tó millum nakrar av hesum oyggjum.
Hyggja vit at øllum Føroyum, so eru vit komin rættuliga væl áleiðis, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið. Okkum manglar at leggja uml. 100 km av háspenningslinjum í kaðal, tað er uml. 10% av samlaðu leiðingunum. Men tað eru samstundis linjur í mest krevjandi økjunum, so tað fer at taka eina løtu at fáa tað avgreitt.


Facebook viðmerkingar