UMSÓKNARFREISTIN ER 7. DES KL 24:00
Umsóknarblaðið er tøkt her á síðuni frá 30. november kl. 19 til og við 7. desember .
Vegleiðing til umsóknarblaðið
Tað lættir um hjá tær, um tú fyrireikar teg uppá hesar spurningar, áðrenn tú trýstir á knøttin SØK UM JÓLAHJÁLP.
- Hvat er tín mánaðarliga inntøka eftir skatt?
Her meinast við: Løn, lestrarstuðul, arbeiðsloysisstuðul, forsorg ella ískoyti frá fiskavirkis-skipanini hjá ALS
Broytist inntøkan nógv frá mánaði til mánað, skriva so miðal mánaðarligu inntøku tína eftir skatt seinastu 6 mánaðirnar. - Mánaðarliga inntøkan hjá makanum.
- Fáa tit í húsarhaldinum aðrar veitingar?
So sum barnaískoyti, rentustuðul, familjuískoyti, og/ella aðrar veitingar um mánaðin.
Broytast hesar upphæddir nógv frá mánaði til mánað, skriva so miðal mánaðarligu upphæddina eftir skatt seinastu 6 mánaðirnar. - Hvussu nógv gjalda tit í húsaleigu ella í húsaláni um mánaðin.
Her skrivar tú, hvussu nógv tú rindar í húsaleigu ella húsaláni – skriva bert tøl í teigin. - Hvussu nógv gjalda tit í øðrum føstum útreiðslum um mánaðin.
El & olja, telefon, internet, tryggingar, dagstovnagjøld, ferðaútreiðslur, billán, heiligvágur, onnur lán o.s.fr. – skriva bert tøl í teigin. - Hvussu nógv hava tit eftir at liva fyri hvønn mánað, tá ið allar fastar útreiðslur eru goldnar?
Um tú ivast í onkrum, so ber til at ringja til okkara á telefon 610140 fyri vegleiðing.
Vit svara hvørt kvøld frá klokkan 19:00 til 21:00


Facebook viðmerkingar