Lóg um Suðuroyartunnilin løgd fram á Løgtingi

BySuðuroyarportalurin

12. desember 2025

Tórsdagin 11. des. 2025 varð Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum lagt fram á Løgtingi.

Talan er um eitt drúgt mál við nógvum fylgiskjølum og hoyringsskjølum. Øll skjølini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo, beinleiðis leinkja til málið er her.

Facebook viðmerkingar