Ítróttur er hjartað í einum sterkum samfelag

BySuðuroyarportalurin

12. desember 2025

… men í Suðuroynni stríðast vit dagliga við avbjóðingar, sum eingi onnur ítróttarfeløg í landinum behøvast at hugsa um. Hetta hevur avleiðingar fyri okkara børn, okkara ungdóm og okkara framtíðar møguleikar – bæði í ítróttinum og í øðrum viðurskiftum.

Tá FC Suðuroy – og onnur ítróttarfeløg í oynni – skulu til dyst norðanfjørðs, er tað ikki bara ein túrur – tað er ein heilur dagur – og teir eru sera nógvir dagar gjøgnum eitt kappingarár. Hetta er veruleikin fyri øll okkara lið, alt árið. Tað, sum hjá øðrum er ein túrur á nakrar tímar ella kanska ein fyrrapart, er hjá okkum ofta upp í 12–15 tímar. Tað merkir eisini, at útilið til tíðir ikki møta upp til dystir í Suðuroynni – eisini hóast tey bert skulu 1-2 ferð suður um árið – og gongur tað bara út yvir okkara ungu íðkarar.
Umframt okkara ungdóm, er hetta eisini viðurskifti, ið eru við til, at okkara vaksnu gevast við ítrótti fyrr enn aðrastaðni í landinum. Heilt einfalt tí, at hvør einasti útidystur, sum tekur 90 minuttir, skal taka 12-15 tímar av vikuskiftinum, sum í einum hektiskum gerandisdegi við familju og børnum, kunnu brúkast til annað.

Tá landsliðsvenjingar og úrvalsvenjingar eru mitt í viku, er ómetaliga trupult hjá okkara leikarum at luttaka. Ítróttur hevur so nógv at siga fyri trivnaðin og okkara menning, at foreldur og skúlar at gera sítt fyri, at tað letur seg gera, hóast tað tekur nógva tíð og gongur út yvir skúlagongd og annað. Vit hava dømi um ein 15 ára gamlan FC Suðuroy-leikara, sum skuldi á tríggjar landsliðsvenjingar í oktobur. Pápin setur soleiðis orð á tað:

“Í samband við úttøkuvenjingar í oktober, har venjingarnar vóru sunnudag, mikudag og leygardag, var sonurin burtur heimanifrá í 104 tímar – yvir 4 dagar!
Javnaldrar hansara norðanfjørðs vóru burturi maks 11–12 tímar, og teir sum búgva í Havn 7 tímar. Hetta er veruleikin fyri ein 15 ára gamlan drong úr Suðuroynni! Er tað so løgið, at hann hugsar: “Hetta fari eg ikki at bjóða mínum børnum, tá eg einaferð skal velja, hvar eg skal búseta meg?”
Hetta talið upp á 104 tímar kundi verið 14 tímar, um koyrandi var til Suðuroynna.”

Hetta er ikki bara ein persónlig søga. Hetta er veruleikin sum okkara børn og ungdómur liva við hvønn dag. Vit vita, at ferðatíðin og væntandi atgongd til venjingar ger, at ungdómar geva seg undan – ikki tí evnini ikki eru har, men tí møguleikarnir ikki eru til tað.
Vit tosa ofta um, at Føroyar skulu hava bestu karmar til ítrótt og ungdóm. Men tað fær ongantíð eydnast, fyrr enn øll børn hava somu atgongd til venjingar, kappingar og menning – eisini tey í Suðuroynni. Suðuroyartunnilin er lykilin til javnbjóðis møguleikar. Suðuroyartunnilin er ikki bara eitt samferðsluverkætlan. Hann er ein samfelagsíløga, sum gevur okkara børnum og ungum javnbjóðis ítróttarligar møguleikar, styrkir landsliðsarbeiði og tryggjar samanumtikið størri felagskap í landinum, sum vit øll vilja liva og virka í.

Vit eru klár. Børnini eru klár. Nú er tað Føroya land, sum skal taka næsta stig.

Facebook viðmerkingar