Løgtingsfólk – ymisk lív, við og uttan tunnil

BySuðuroyarportalurin

14. desember 2025

Dennis Holm og Beinir Johannesen eru báðir løgtingslimir og báðir eru í Fíggjarnevndini, sum seinastu vikurnar hevur havt fund at kalla dag um dag í smb. við hoyringar og álit frá nevndini um Fíggjarlógina fyri 2026.

Mánadagin 15. Des. 2025 verður eitt annað mál til viðgerðar í Løgtinginum, sum fer í Fíggjarnevndina, tað er málið um Suðuroyartunnilin.

Tingfundurin mánadagin byrjar kl. 10, og um onki er á skránni hjá tingfólki áðrenn fundin, so møta fólk eina løtu áðrenn fundarbyrjan.

Fyri flestu tingfólk merkir hetta, at tey fara heimanífrá stutt áðrenn tingfundurin byrjar. Fleiri tingfólk búgva uttanfyri miðstaðarøkið og alt eftir um tey búgva í Vágum, Norðstreymoy, Eysturoynni ella Norðoyggjum, so er koyritíðin til Havnar frá 20 minuttum og uppeftir.

Beinir Johannesen hevur greitt frá, at hann vanliga fer frá húsum umleið 1 tíma áðrenn fundur í Løgtinginum byrjar.

Løgtingsfólk, sum búgva í Suðuroynni, eru í aðrari støðu. Dennis Holm vísur á, at mánamorgnar fer Smyril kl. 6 av Krambatanga. Eg koyri vanliga við Bygdaleiðum, so eg fari frá húsum um 5.15 tíðina fyri at lukkast til Tingfundin kl. 10, sigur Dennis Holm.

Alt eftir hvar í landinum tú býr, so er tað frá nøkrum minuttum til gongu til umleið 5 tímar í ferðatíð og bíðitíð til sama fund. Størsti munurin er fyri tey, sum ikki hava fast koyrandi samband.

Endar tingfundurin mánadagin t.d. kl. 18, so eru tey flestu heima við hús kl. 19. Tingfólk, sum búgva í Suðuroynni, sleppa tó ikki suður fyrr enn kl. 21.15 og eru so við hús stutt áðrenn midnátt, alt eftir hvar í Suðuroynni tey búgva.

Facebook viðmerkingar