Suðuroyartunnilin fyri Løgtingið mánadagin

BySuðuroyarportalurin

14. desember 2025

Mánadagin verður 1. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Dagskráin fyri Tingfundin mánadagin er hendan:

Dagsskráin, mánadagur, 15. desember 2025, kl. 10:00
1. 2. viðgerð LM-018/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
2. 2. viðgerð LM-055/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús)
3. 2. viðgerð LM-056/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv)
4. 2. viðgerð LM-060/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjald í sambandi við bygging og umbygging av ávísum leigubústøðum)
5. 2. viðgerð LM-058/2025 – Uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3.
6. 1. viðgerð LM-066/2025 – Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
7. 1. viðgerð LM-067/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. (67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólki eftir gomlu skipanini fylgir fólkapensjónsaldri)
8. 1. viðgerð LM-068/2025 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)
9. Framløga

Facebook viðmerkingar