VP.fo: Børn í Suðuroynni eru í nærum tvífalt so stórum fátækaváða sum børn í Suðurstreymoyar øki.
Tað vísa tøl, sum Hagstova Føroya hevur gjørt fyri vp.fo.
Børnini, tað er borgarar undir 18 ár, í Suðuroyar øki eru 1.024 í tali. Og 12,6% av teimum búgva í einum húski sum er í fátækaváða.
Um eitt húski hevur minni enn 60 prosent av inntøkuni, sum eitt vanligt húski hevur, verður húskið mett at vera í fátækaváða.
Eisini í Sandoyar øki er váðin eitt tvísiffrað prosenttal, har er hann 10,6% vísa tølini hjá Hagstovuni, sum eru frá 2023.
Børnini í Havn hava minsta fátækaváðan, har er hann 6,7%.
Miðal fyri landið er 7,9%.
Sigast skal, at bæði í Suðuroynni og Sandoynni er fátækaváðin minkaður árini frá 2019 til 2023. Samstundis er hann vaksin í øðrum pørtum av landinum – sí talvuna niðanfyri.
Annars vísti ein samanbering, sum Hagstovan herfyri gjørdi við grannalondini, at fátækaváðin er lutfalsliga lítil í Føroyum. Til dømis livir nærum fimta hvørt barn í Svøríki í fátækaváða – sí grafik niðast.



Facebook viðmerkingar