Hava kannað um 300 bilar í Suðuroy

BySuðuroyarportalurin

17. desember 2025

Um middagsleitið í gjár gjørdi løgreglan kanningar av bilum í Vági. Millum klokkan 11 og 13 vórðu 150 bilar kannaðir, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Har vórðu 11 mál skrivað um ymsar feilir so sum slitin dekk, lyktafeilir, at fólk ikki høvdu koyrikortið uppi á sær.

Eisini á Tvøroyri vórðu um 150 bilar kannaðir. Hetta var millum klokkan 14 og 16. Har vóru 10 mál skrivað, somuleiðis fyri slitin dekk, lyktafeilir, at fólk ikki høvdu koyrikortið upp á sær og so framvegis. 

Ferðsluliðið hjá løgregluni kannar aftur í dag ferðsluna í Suðuroy.

Kelda: in.fo

Facebook viðmerkingar