Í januar 2026 gerst tín elbilaløðing einfaldari.
Tá kemur nýggja elbil appin, sum fer at betra um tínar upplivingar sum elbilabrúkari.
Fyrimunir við nýggju elbil appini
- Stýr løðingini – heima og alment
Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.
- Snildløðing
Áset nær løðingin skal fara fram – til dømis tá streymurin er grønastur.
- Nýtsluyvirlit
Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.
- Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til
Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.
- Reika
Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.
Næstu stig?
Hetta inniber, at móti endanum av januar verður heimasíðan elbil.fo niðurløgd.
Síðstu snøklarnir eru um at koma upp á pláss, og elbil appin verður tøk um miðjan januar 2026. Vit venda aftur við endaliga útgávudegnum og meiri kunning eftir nýggjar.


Facebook viðmerkingar